Eg eri ein av teimum sum eri fegin um kveikjandi virksemið hjá nevndini Demokratia, ikki minst tí eg kenni nakað av politiskum faðirskapi at hesi góðu nevnd. Tí má eg tala at teirri søgufalsan, sum kemur fram í grein hjá Høgna Hoydal um javnstøðupolitikk. Har sigur Høgni, at tað vóru tingkvinnurnar Heidi Petersen, Annita á Fríðriksmørk og Lisbet L. Petersen sum “tóku stig til átakið við Demokratia”.
Upprunin til Demokratia var í Útnorðurráðnum, meðan Lisbet L. Petersen var forkvinna har. Hon tók stig til at fáa samtykt eina sonevnda rekommendatión ella tilráðing frá Útnorðurráðnum til tingini í Føroyum, Grønlandi og Íslandi, um at seta eina nevnd at arbeiða fyri øktari kvinnuluttøku í politikki.
Tí kom henda tilráðingin í løgtingið sum uppskot til samtyktar, og varð samtykt 18. nov. 1999.
Tíverri gjørdu landsstýrissamgongurnar við Tjóðveldinum onki við hesa løgtingssamtyktina. Tað var ikki fyrr enn undirritaði og Lisbet L. Petersen komu í samgongu í 2004, at eg sum avvarðandi landsstýrismaður á økinum tók málið upp. Á vári 2005 var uppskotið orðað til at seta nevndina. Tað tók nakrar mánaðir at fáa undirtøku fyri uppskotinum. Rúna Sivertsen hjálpti væl til við hesum.
Einans eitt umboð fyri Miðflokkin atkvøddi ímóti, tá løgtingið t. 20. okt. 2005 samtykti, at landsstýrismaðurin skuldi “seta eina nevnd at arbeiða fyri, at kvinnur fáa ein øktan leiklut í at taka politiskar avgerðir.” Avgjørt varð samstundis hvussu nevndin skuldi skipast, hvør arbeiðssetningurin skuldi vera og hvussu arbeiðið skuldi fíggjast.
Frá 1. jan. 2006 kom málsøkið javnstøðumál undir vinnumál, og var tað landsstýrismaðurin í Vinnumálum, Bjarni Djurholm, sum setti forkvinnuna og nevndarumboðini, sum fingu til uppgávu at at útinna arbeiðssetningin og endamálið: at økja um kvinnuleiklutin í politikki.
Sjálvur haldi eg, at tað er eydnast Demokratia á framúrskarandi hátt at sett týdningin av javnstøðu í politikki á breddan í almenna tjakinum og í politiska lívinum. I heyst fer Demokratia eisini at koma við síni frágreiðing og tilmælum til landsstýrismannin um neyðug átøk fyri fremja málið: at økja um kvinnuluttøkuna í politikki. Tað eri eg spentur uppá og vóni eg, at veljararnir og politiska skipanin fer at taka væl ímóti tí, sum Demokratia fer at koma við.