Eg skilji á lesarabrøvunum frá bæði Mikkjali og Gunnbirni, at tit hava tikið mítt lesarabræv ógiliga persónligt. Serliga mín meining um, at tað ikki var vit og skil, sum sum stýrdi penninum, tá nei-krossurin varð settur.
Tað standi eg fast við, og tit hava tykkara fulla rætt til at halda, at mín meining er fullkomiliga hol í høvdið, og at eg stóð longri afturi í køini enn nei-sigararnir. Tað er tað fantastiska við demokratii, nevnliga at bæði eg og tit hava tali- og skrivifrælsi til at geva okkara meining til kennar.
Eg haldi, at tað er av alstórum týdningi, at ein kann siga sína meining. Tað er nógv betur at fólk geva sína meining til kennar, óansæð, hvussu kontant hon er. So kann ein koma víðari. Tað ringasta er, at ein bara tegur alt burtur og ikki fær reinsað luftina.
Hvat viðvíkur samanhaldi í bygdini, so dugi eg ikki at síggja, hví tað er hótt av mínari meining og meiningunum hjá øðrum, sum hava úttalað seg.
Politikkur er eitt og privatlív er eitt annað. Fyri tað um ein heldur at meirlutin av fólkinum hevur tikið eina skeiva avgerð, so merkir tað ikki, at ein ikki kann vera í somu stovu sum hesi fólkini. Eg veit bara, at eg hava latið mína meining koma til kennar, og so er tað tað. So er bara eittans at gera, og tað er at hyggja frammeftir og siga NI ØBB.
Eru tað fleiri, ið kenna seg »persónliga forfylgd« av mínum lesarabrævi og sum ikki duga at taka tað við »et gran salt«, so eru tit vælkomin til at venda tykkum til mín persónliga og fáa luft. Eg veit av egnum royndum, at tað ofta er familjan, sum verður skotin í skógvarnir um meiningarnar hjá øðrum familjulimum. So tað sum eg skrivi er mín fatan aleina og tí ikki nakað, ið mínir familjulimir skulu lastast fyri. So tað er bara at loysa frá tungubandinum. Endaparturin á mær er ikki tann einasti likamsluturin, ið er breiður. Við hesum fari eg at enda mína skriving.