DEMOKRATIIÐ hjá okkum er eitt sokallað umboðsdemokrati, har vald umboð taka støðu fólksins vegna. Ein av veikleikunum við hesi skipan er, at fleiri ár eru ímillum, at hesi umboð blíva vald. Umboðini - politikararnir koma í hesum tíðarskeiði longur og longur burtur frá tí veruliga lívinum. »Ostaklokkuumhvørvið« í parlamentunum syrgja partvíst fyri hesum og fyri teir politikarar, ið hava makt, hendir so tað, at teir verða umgyrdir av »ryggklapparum« og »ja sigarum« so enn truplari verður hjá hesum at merkja, hvat veruliga rørist í samfelagnum. Úrslitið verður so, at tað, sum skuldi verða fólkaræði og politikkur, blívir til matematikk. Tað altavgerðandi verður nú í »ostaklokkuverðini« meirlutar, breiðir og smalir, minnilutar smáir og stórir - snøgt sagt tal av tingmonnum. Hettar er so tann skipanin.
SKIPANIN við frælsum fjølmiðlum er ein annar partur av okkara fólkaræði. Teir skulu fylgja við, um fólkaræðið veruliga virkar. Fjølmiðlarnir grunda sítt virksemi og sínar niðurstøður á alt tað, sum rørist og fer fram í samfelagnum, hvønn dag og hvørja løtu. Politiskar niðurstøður í fjølmiðlunum kunnu ikki bert gerast út frá matematiskum útrokningum í tinginum - tá svíkja teir sína uppgávu í fólkaræðisligu skipanini.
Í løtuni er størsta politiska málið okkara samstarvsviðurskifti við Danmark. Eingin kann vera í iva um, at best var, um vit her heima kundu samst um eina skipan, sum øll kundu tikið undir við og liva undir. Okkara samráðingarleiðari til komandi samráðingar hevur leingi eftirlýst eina breiða semju í hesum spurningi. Semjan hann eftirlýsti er ímillum flokkar og tingfólk. Hann hevur longu eina semju sum er niðurfeld í samgonguskjalinum. Helst man hann meta, at hendan semjan er ov smøl at fara av landinum við.
TAÐ sær út til at samgonguplattformurin í ríkisrættarliga spurninginum ikki kann breiðkast í tinginum og enn og minni út ímillum fólkið. Í tí sambandi hevur verið víst á, at tað er grundarlag fyri einari breiðari semju á øðrum plattformi enn tann, ið løgmaður longu hevur. Henda niðurstøðan er gjørd út frá tí, ið politikarar formliga og óformliga føra fram og ikki minst tí, sum rørir seg út ímillum fólkið í hesum landi. Henda niðurstøðu tykist at vera fallið onkrum fyri brósti, tí hettar ikki passar inn í kunngjørdu matematikkina í tinginum.
HER skal tí bert verða viðmerkt, at tann »líkasæli meirlutin«, sum Robert Michels tosar um, kanska ikki er so líkasælur, tá ið til stykkis kemur.Og tað er m.a. út frá hesum, at niðurstøður eru gjørdar í viðmerkingum í fjølmiðlunum.