Tíðidaskriv
Nú sunnudagin 9. septembur kl 15.00, verður felag stovnað fyri minnisveik (dement) og avvarðandi teirra. Fundurin verður hildin á Hotel Føroyum, og vóna stigtakarnir, at nógv fólk møta. Høvi verður at gerast limur, og um nakað munagott skal fáast burturúr, er neyðugt við nógvum limum og góðari undirtøku. Higartil hevur áhugin verið stórur fyri tiltakinum.
Sum tað sæst í lýsing í blaðnum verður, umframt stovnanina, eisini fyrilestur. Danski professarin og næstformaður fyri danska Alzheimerfelagnum, Per Kragh-Sørensen, fer at greiða frá sjúkuni og øðrum henni viðvíkjandi. Per Kragh-Sørensenr telist millum teir fremstu í danska kongaríkinum, tá ið tað snýr seg um gransking og viðgerð fyri Alzheimersjúku og aðrar demenssjúkur.
Áhugin fyri tiltakinum er stórur, eisini í Danmark, og formaðurin fyri danska Alzheimerfelagnum, Inger Marie Jensen, kemur sjálvboðin við. Í Danmørk og londunum uttan um okkum hava tey longu í fleiri ár havt líknandi feløg, sum ætlanin er at stovna nú sunnudagin. Royndirnar har vísa, hvussu stóran týdning eitt tílíkt felag hevur fyri tann sjúka og fyri tey avvarðandi.
Samanbera vit okkum við londini uttan um okkum, eigur talið av sjúklingum við Alzheimersjúku og øðrum demenssjúkum at liggja millum 500 og 1000 fólk her í Føroyum.
Fundurin er almennur, og øll eru hjartaliga vælkomin.










