Demens
Demens er heilasjúka ? ella heilasjúkur, sum raka 1. andsevnini, 2. kenslulívið og 3. persónligheitina hjá fólki.
Tá ið sjúkan rakar andsevnini, viknar minnið, serliga fyri tí nýliga upplivaða. Samanumtikið kunnu vit siga, at tey intellektu evnini vikna; tann sjúki hevur verri bindindi, dømikraft, yvirlit og fyrilit.
Rakar sjúkan í øðrum lagi kenslulívið, viknar tamarhaldið, og sjúklingurin gerst kenslusvingandi, illur í sær, apatiskur og uppsteðgaður.
Í triðja lagi kann sjúkan eisini raka persónligheitina, og tá gerst sjúklingurin meira primitivur; atburðurin kann skapa trupulleikar, tá lítið fyrilit verður tikið fyri øðrum fólki.
Sjúkueyðkenni
Í stuttum kann sigast um demens, at sjúkan er eitt "savn" av sjúkueyðkennum, sum siga okkum, at virksemið í heilanum er viknað.
Sjúkueyðkennini kunnu eitt nú vera "gleppandi" minni, vantandi evni til at ogna sær lærdóm, tvørrandi hugsavning ella konsentratión, vantandi taluevni og dømikraft.
Hetta hevur við sær broytingar í persónleika, atburði og sinnisrørslum, sum kunnu elva til ranghugsan, hallusinatiónir, aktivitetsólag, aggressivitet, broytingar í samdøgursrytmuni, hýrissvingningar, tunglyndi, angist og fobiir.
Demens snýr seg soleiðis um heilasjúkur ? sjúkligar broytingar í heilavevnaðinum og ikki, sum áður hildið, um vanligar aldursbroytingar.
Við løttum demensi verður vanligt dagligt virksemi ávirkað. Er demensurin "moderatur", sum tað verður rópt, kann sjúklingurin ikki klára seg uttan hjálp frá øðrum ? og er demensurin trupul, er neyðugt, at sjúklingurin fær støðuga røkt og er undir uppsýni.
Falskur demensur
Sjúkur, sum kunnu hava somu sjúkueyðkenni sum demensur, eru vætutrot, bløðrubruni, tunglyndi, ørskapur, trot á B12-vitamunum og sjúkur í evnisbroytingini. Í slíkum føri verður tosað um pseudodemens (falskan "demens") í mun til ektaðan demens.
Verða ymiskt sløg av demensi býtt upp í prosentum, telir alzheimer-sjúkan 60%, vaskulerar demenssjúkur 20%, frontotemporalar demenssjúkur 10% og aðrar demenssjúkur 10%.
Eingin viðgerð finst, sum kann lekja demens, men heiluvágur er, sum eitt nú kann seinka alzheimer-sjúkuni.
Um læknavísundin í framtíðini fer at gera tað møguligt at koppseta fyri alzheimer-sjúkuni, veit eingin í dag.
Mýs og menniskju
Amerikanskir granskarar í Chicago hava nýliga funnið fram til eitt enzym, sum upploysir beta-amyloid, ið er tað kyknudrepandi proteinið, sum klumpar seg um nervatræðrirnar í heilanum hjá alzheimer-sjúklingum.
Enn eru hesar royndir bert gjørdar við músum. Men tað virkar ? og so er bert at vóna, at mýs og menniskju hava okkurt til felags á hesum øki. Um so er, verður uppgávan at finna alzheimer-broytingar so tíðliga sum til ber og viðgera sjúkuna, áðrenn skaðin er hendur ? ella so tíðliga, at "reparatiónskreftirnar" í kyknunum kunnu náa at steðga sjúkugongdini og finna alternativar brýr millum kyknurnar, har hvør einstøk kykna hevur samband við eina rúgvu av øðrum kyknum.
Tey 5 a?ini
Vit kunnu liva okkum inn í støðuna hjá einum dementum við at hava tey sonevndu "5 a?ini" í huga:
Amnesi ? brúkarin gloymir, hvat tað er, hann skal gera.
Apraksi ? brúkarin dugir ikki at gera tað, sjálvt um hann veit, hvat hann vil.
Afasi ? brúkarin dugir ikki at siga, hvat hann vil ? ella fatar ikki tað, ið sagt verður við hann.
Agnosi ? brúkarin veit ikki, hvat lutirnir skulu brúkast til.
Apati ? brúkaranum vantar kenslur, orku, initiativ og handlikraft.
Flestu sjúklingar geva skarvin yvir, meðan aðrir royna at kýta seg tað, tey kunnu. Hetta kann vera til stóran ampa fyri umhvørvið, men at enda geva hesir eisini skarvin yvir.
Demenssjúkurnar kunnu býtast upp á ymiskan hátt, eitt nú eftir, hvar í heilanum skaðin situr, men í tí dagligu røktarskipanini er vanligt og praktiskt at býta sjúkurnar upp eftir stigum við atliti til tey sosialu evnini og røktartørvin hjá sjúklinginum.