Mánamorgunin var rættuliga hált ymsastaðnis kring landið, og onkur bilur fór eisini út av vegnum. Hetta var fyrsta ávaringin til føroysku bilførararnar um, at veturin er í nánd, og sum vant er, førdi hetta eisini til rættuligan telefonstorm á dekkverkstøðini kring landið.
Á dekkverkstøðunum verður sagt, at hesa vikuna hava teir havt úr at gera, og telefonin kimar støðugt. Fólk bíða við at skifta dekkini, til hálkan hevur gjørt vart við seg, og tí kemur alt í einum, verður sagt á dekkverkstøðunum kring landið.