Dejan Stankovic helt fyri, at hetta er ein dystur, sum øll longu halda, at Serbia hevur vunnið, tí er tað týdningarmikið, at tað arbeiðið verður gjørt liðugt í annaðkvøld.
Radomir Antic, ið er landsliðsvenjari hjá Serbia, metti at føroyska landsliðið hevur ment seg nógv, og at tað fór at blíva ein trupul dystur í annaðkvøld. Radomir Antic hevur leikbann, ella venjarabann um ein vil. Hann fekk leikbann frá FIFA efti tapið hjá Serbia ímóti Avstralia í HM endaspælinum. Tí verður Radomir Antic ikki at síggja á bonkinum hjá Serbia, meðan dysturin verður.
Eftir tíðindafundin var venjing á skránni á Tórsvølli, men onkrir av serbisku leikarunum tóktist eitt sindur strongdur, ella í ringum lagi. Millum annað fekk ein serbiskur myndamaður av at vita frá Nemanja Vidic, tí hann stóð á vøllinum. Á veg ímóti hinum tíðindafólkunum risti hann bara við høvdinum og hevði nøkur minni vøkur orð at siga um Vidic.
Dysturin verður í annaðkvøld á Tórsvølli, og hann byrjar klokkan 18.00