Deiligt at tað er tætt uppá

Hjá ungum hevur frástøðan ofta nógv at siga, og tí er deiligt, at tílík tiltøk eru spjødd um landið

Poul Kristian, Adrian og Jónas halda, at “við Brúnna” er fínasta slag.

 

- Jens Marni var góður og Páll Finnur Páll verður heilt sikkurt gott eisini, siga tær, meðan Adrian eisini gleðir seg at hoyra Bacon, av tí at pápi hansara spælir við har.

 

- Tað er deiligt, at tað er so tætt uppá, og tí lætt at koma til, siga teir. Hjá ungum hevur frástøðan ofta nógv at siga, og tí er deiligt, at tílík tiltøk eru spjødd um landið.

 

- Tó hevði verið deiligt um veðrið var betur, men soleiðis er altið í Føroyum, siga teir at enda.