Kendur danskur vloggari tekur føroyska gentu á bóli

Eydna fekk ein heilt serligan dag, tá danski vloggarin Morten Münster kom allan vegin úr Danmark til Føroya at halda føðingardag saman við Eydnu.

– Eg vil gjarna geva Eydnu ein føðingardag, hon ongantíð fer at gloyma.

 

Tað sigur kendi danski vloggarin Morten Münster í nýggjum videobroti á YouTube.

 

Fyri einari tíð síðan spurdi hann sínar fylgjarar, um nakar teirra vildi fáa eitt yvirraskilsi á sínum føðingardagi. Ein av teimum, sum svaraðu, var 12 ára gamla Eydna úr Føroyum.

 

– Eg havi fylgt tær síðan 2016, og eg eri stórur fjeppari. Eg búgvi gott nokk í Føroyum, men eg hevði blivið øgiliga fegin, um tú komst forbí ein túr, segði Eydna í videobroti, sum hon hevði sent honum.

 

Men tað vísti seg so slett ikki at vera nøkur forðing. Saman við kameramanni sínum fór Morten Münster til Føroya at halda dagin saman við Eydnu.

 

Hygg, hvussu tað gekk, í videobrotinum her:

 

##med2##