Legendariski rockbólkurin hevur verið í studio og spælt inn nýggja fløgu, sum kemur út í næsta mánaði.
Deep Purple er ein av heilt kendu rockbólkunum í tónleikasøguni. Bólkurin spældi sínar fyrstu tónar í 1968 og hevur síðani áhaldandi givið tónleik út og spælt konsertir.
Og hóast tónleikararnir eru komnir væl upp í árini og bólkurin hevur 45 ár á baki eru teir framvegis virknir bæði á palli og nú eisini í studio.
Seinasta útgávan hjá Deep Purple kom í 2005, og síðani hevur bólkurin spælt eina langa røð av konsertum kring heimin. Og nú er tíðin so komin til nyggjan tónleik frá Deep Purple, og síðst í apríl kemur útgávan Now what!?.
Bólkurin kallar nýggju fløguna eitt testamenti, og tað kundi bent á, at tað verður seinasta útgávan frá bólkinum um teir nú ikki broyta sítt testamenti um nøkur ár...










