Debutsigur til Linderoth

Svenski miðvallarleikarin, Tobias Linderoth, sum eftir síðsta kappingarár skifti frá FC Keypmannahavn til Galatasaray í Turkalandi, fekk eina sera góða byrjan upp á fótbóltslívið í Turkalandi.

Fyrsti dysturin í nýggja felagnum endaði við einum 4-0 sigri á Rizespor, og sostatt hevur nýggi venjarin, Karl Heinz Feldkamp, eisini fingið eina dreymabyrjan upp á kappingina, har kravið hjá Galatasaray er eitt betri úrslit enn í fjør, tá liðið endaði á einum skuffandi 3. plássi í liguni.