Í Føroyum hava vit ikki so fá deyðahavsfólk. Tað eru tey, sum koma til brúðleyp, føðingardagar, veitslur og merkisdagar. Tey gera einki sjálvi til hesar samankomstir. Tað eru onnur, sum fyrireika, matgera, tala, syngja, framføra og undirhalda. Deyðahavsfólkini sita bara – og taka inn, og lata einki út aftur. Men hesi somu deyðahavsfólkini eru skjót at finnast at teimum, sum fyrireika, matgera, tala, syngja, framføra og undirhalda, men tað kundi ikki fallið teimum inn at gjørt nakað sjálvi. Tey eru móttakarar, men ikki gevarar, og eru alt annað enn stuðlandi hjá teimum, sum eru veruligir gevarar. “Åh nei! Nú skal hon”, “Uf, ikki aftur hann”. Tað er sum maðurin segði á sinni: - summi eru so negativ, at tey burdu verið framkallaði. Ein og hvør má bara hyggja í speglið, og spyrja seg sjálvan: - eri eg eitt deyðahavsfólk? Vónandi eru tað fá, sum hava ein ringan saltsmakk í munninum.
Heri Simonsen