Tá Manchester United vann 3-0 á Leicester á Old Trafford leikvøllinum í Manchester var tað ein stórur dagur fyri spanska málverjan hjá United, David de Gea sum hevði nakrar stórbjargingar í fyrra hálvleiki.
Talan var um dyst nummar 180 har David de Gea helt málið reint hjá United. Tað sum bretar nevna "Clean Sheets".
Hetta merkir, at De Gea hevur javnað metið hjá donsku málmanslegundini, Peter Schmeichel sum vardi málið hjá United millum 1991 og 1999.
Í sínari tíð í hinari øldini høvdu Alex Stepney 174 og Gary Bailey 161 "Cleen Sheets" fyri Manchester United.