Í gjár skrivaði miðlaheimurin, at Manchester United hevur keypt málmannin, David De Gea. Í dag avsannar maðurin sjálvur tíðindini. Miðlar sum BBC, The Guardian og ESPN siga í dag, at 20-ára gamli málmaðurin umvegis umboðsmannin hjá sær hevur gjørt greitt, at hann ikki hevur skrivað undir við Manchester United. Í gjár var Sir Alex Ferguson annars endurgivin fyri at siga, at David De Gea verður nýggjur málmaður hjá Manchester United.
- David De Gea hevur ikki skrivað undir við Manchester United og framtíðin hjá honum verður ikki avgjørd fyrr enn aftaná 30. juni, tá EM kappingini fyri U-21 landslið er av, sigur umboðsmaðurin í tíðindaskrivi.
Dailymail hevur í longri tíð skrivað, at David De Gea verður nýggur málmaður hjá Manchester United. Prísurin skal liggja um 150 milliónir krónur. Hvat er og ikki, so er greitt at Manchester United skal hava ein nýggjan málmann, tí 40-ára gamli Edwin van der Sar gevst eftir hetta kappingarárið.










