Áðrenn dystin móti Leeds á útivølli í kvøld klokkan 20 hevur norski áleyparin hjá Manchester City, Erling Braut Haaland skotið 24 mál í 19 dystum fyri Manchester City.
Erling Braut Haaland hevur higartil sum bert 22 ára gamal áleypari skotið 159 skrásett mál.
Liðfelagin hjá Haaland, belgiski Kevin De Bruyne, ið hevur lagt upp til fleiri av málunum hjá Haaland væntar, at norski áleyparin kemur at skjóta nógv mál áðrenn hann gevst at spæla fótbólt á hægsta støði: - Hann hevur longu skotið nógv mál, so hann kann sannlíkt skjóta bæði 600, 700 og 800 mál, um skaðar ikki koma at darva hann, og hann spælir á verandi høga støðinum, sigur De Bruyne.
31 ára gamli De Bruyne hevur spælt saman við Romelu Lukaku, Sergio Agüero og Gabriel Jesus i tillegg og núverandi liðfelagan, Julian Alvarez, sum fyri stuttum gjørdist heimsmeistari við Argentina. Spurdur um hvussu hann metir Haaland við hesar fýra leikararnar svarar De Bruyne: - Tað er torført at samanbera teir, tí teir eru allir sera ymiskir. Teir hava allir skotið 300-400 mál. Erling Haaland er ræðuliga upptikin av at skjóta mál, so eg trúgvi hann kann gera tað betri enn teir. Erling er enn ein ungur drongur, ið nýtir lívið, samstundis sum hann tekur fótbóltin ógvuliga álvarsamt. Hann elskar at skjóta mál, og tað er tað sum er so serligt við honum, segði De Bruyne á tíðindafundi.











