Stutt eftir midnátt varð boðað frá einum ferðsluóhappi í Norðdepilstunlinum. Talan var um ein mann á motorsúkklu, sum var dottin í einum strekki í tunlinum, har tað var hált at koyra. Førarin fekk onkrar smávegis skaðar og tað fekk súkklan eisini.
Løgreglan kannaði eisini ferðsluna við Gøtugjógv í Gjár. Har varð ein bilførari tikin fyri at koyra 73 kilometrar um tíman, har tað er loyvt a koyra 50, so tað fær hann eitt klipp í koyrikortið fyri.











