Datt frá fjórðu hædd og doyði

Ein 28 ára gomul kvinna doyði seint sunnukvøldið eftir løstirnar hon fekk, tá hon datt út gjøgnum vindeyga í einum íbúðarblokki á Vesterbro í Keypmannahavn

Tað var í eini í íbúð í Esbern Snarres Gade, sum liggur tætt við Dybbølsbro Station, at vanlukkan hendi. Sambært Ritzau var kvinnan í fer við at heingja okkurt fyri vindeyga, sum skuldi skugga fyri sólini, tá hon misti javnvágina og datt gjøgnum opna vindeyga.