Datt á skutara og fekk skaða í høvdið

Um eitt tíðina í nátt fekk løgreglan fráboðan um, at ein drongur varð dottin á prutli. Hann er koyrt á ein kant og varð dottin og hevði fingið skaða í høvdið.

 

Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at drongur tíverri ikki var í hjálmi, tá óhappið hendi. Hann varð koyrdur á Suðuroyar Sjúkrahús og seinni í nátt flogin við tyrlu til Havnar á Landssjúkrahúsið.

Løgreglan sigur, at eftir tí tey hava frætt, hevur hann tað gott eftir umstøðunum.

Um midnáttarleitið steðgaði løgreglan í Suðuroy einum bili í vanligum eftirlitið. Tað vísti seg, at bilførarin var ávirkaður av rúsdrekka. Hann verður tí skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring.