Í kvøld verður dansur á Seglloftinum á Tvøroyri við vælumtókta dansibólkinum Trio.
-Um tær dámar væl at dansa, so finst næstan ikki betri bólkur at dansa til, siga fyrireikarar.
Sagt verður, at bólkurin spælir væl saman, og kenna nærum øll góð dansiløg. Dansigólvið er altíð fult, tá ið Trio spæla, siga fyrireikarar á teirra Facebook síðu.
Tað er jólafrokostur á Seglloftinum í kvøld, men eftir hetta verður almennur dansur við Trio. Nógv ymisk er á skránni hjá Seglloftinum í jólamánaðinum. Møguligt er at fylgja við á
Facebook síðuni hjá Seglloftinum, sum er at finna her:
Tað er í kvøld, at Trio spæla á Seglloftinum, og fyrireikarar lova eitt stuttligt og undirhaldandi kvøld við góðum dansitónleiki. Dansurin byrjar kl. 23.30.










