Dansur í Sjónleikarhúsinum: Aldursmarkið er 35 ár

Leygarkvøldið verður enskur dansur í Sjónleikarhúsinum í Havn.

Tað serliga við hesum tiltakinum, er, at aldursmarkið er heili 35 ár.

Í nógv ár var enskur dansur fastur táttur í virkseminum hjá Sjónleikarhúsinum. Tað datt mest sum niðurfyri, men í Havnar Sjónleikarafelag hava tey ofta hoyrt frá fólki, at tey sakna tann enska dansin.

Tey halda, at Sjónleikarhúsið er sjálvsagt at hava dans í, tí tað er mitt í býnum og er sera hugnaligt hús, sum nógv eru góð við.

Um hesa tíðina í fjør hevði Havnar Sjónleikarfelag dans við Árna og Marna fyri tey meira tilkomnu.

Tað kvøldið var so væleydnað, at tað verður endurtikið nú leygarkvøldið og dyrnar lata upp klokkan 22.

Tað verða Árni, Marni og vinmenn, sum spæla og aldursmarkið verður aftu 35 ár.