Dansur í Dansifrøði í kvøld

 

Flemming & Vinmenn fara í kvøld at spæla til almennan dans í hølunum hjá Dansifrøi í Havn. Dansurin byrjar klokkan 23, men dyrnar lata upp longu klokkan 22 - og dansurin endar klokkan 04.

 

- Flemming & Vinmenn er eitt tað besta dansiorkestrið, ið spælir til dans. Teir spæla alt - frá svingandi valsum, country, disco, bleytum jazzi, latin, samba, rumba, tango, foxtrot og quickstepp til góðan gamlan rock’n’roll, siga tey, sum standa fyri tiltakinum í kvøld.