TÓNLEIKUR
Rúnar Reistrup
Teir eru her allir, tónleikararnir, sum hetta seinasta árið hava fylt airplay listan hjá donsku lurtaragjaldsgoldnu tónleikarásini P3 hjá Danmarks Radio. Høvið er stórfingna heiðurslønarhandanin, sum undir navninum P3-Prisen hevur verið lýst, júkað og aftur lýst í ein heilan mánað, serliga á P3, men eisini alla møguliga aðrastaðni. P3-Prisen er nýggja árliga høvið hjá donskum popptónleiki at heiðra seg sjálvan, og eftir uppmøtingini at døma, er hetta høvið vælkomið millum kendar danskar tóleikarar.
At tað júst er P3, sum hevur tikið stig til hesa heiðran, er ikki tilvildarligt. Helvtin av teimum tónum, sum væl umtókta útvarpsstøðin sendir út, eru danskir, og tí hevur P3 rættiliga stóra ávirkan á, hvørjir danskir tónleikarar koma fram í ljósið. So P3-Prisen snýr seg kanska líka nógv um, at danskur popptónleikur heiðrar P3.
FLATT AV FLATLONDUM
Falconersalurin á Fredriksberg er fyltur á tremur av kendum og minni kendum tónleikarum, fjølmiðlum og einari fjøld av fólki, ið hevur tikið djúpt niður í lumman fyri at sleppa við. Stóri spurningurin tygara útsendi setti sær sjálvum á veg inn í salin er, um danskur popptónleikur veruliga hevur so nógv at feira í løtuni, at tað er vert alt hetta stríðið. Eitt skjótt afturlit at tí, sum hevur verið at hoyrt á P3 hetta seinasta árið, fekk meg at ivast í um popptónleikalandslagið her á flatlondum ikki er nakað flatt.
Tak til dømis ein teirra, sum hevur verið einamest at hoyrt hendan seinasta mánaðin, 80?ara popparan Thomas Helmig, sum júst hevur uppfunnið seg sjálvan fyri guð viti hvørja ferð nú undan jólunum og sent eina fløgu út við nøkrum, sum í besta føri kann kallast lítið sigandi honningspoppur. Helmig var nomineraður til eina heiðursløn, men fekk onga.
Og so er tað Tim Christensen, fyrrverandi sangari í kenda fyrrverandi danska rockbólkinum Dizzy Miss Lizzy, sum í ár reisti seg frá gloymskustøvinum við einari solofløgu í stórt sæð sama stíli sum Dizzy Miss Lizzy fløgurnar. Tim Christensen vann heiðurslønina fyri at eiga mest spælda lag á P3 hetta farna árið.
Til teir meira frægu hoyrir Erann DD, funktónleikarin, sum í fjør knappliga bleiv poppari og síðan hevur verið at hoyrt hvønn dag á P3. Tað sama var galdandi fyri Útvarp Føroya, tá Erann DD legði leiðina framvið Høllini á Hálsi í august í ár. Erann vann heiðurslønina »Årets P3 kunstner«, ið varð givin til tann tónleikaran, ið hevur verið mest spældur á P3 hetta seinasta árið.
MEN EITT ER tónleikarar, sum enduruppfinna seg sjálvar og liva upp á, at fólk enn ikki hava gloymt teirra fortíðar avrik. Verri er tað, at fólk, sum hvørki hava verið, ella nakrantíð fara at gerast, góðir tónleikarar mynda danska poppallin í løtuni. Ringasta dømið um hetta er gentbólkurin EyeQ. Bólkurin er sjálvt úrslitið av sera vælumtóktu sendingini »Popstars« á sjónvarpsrásini TV2, har ungar gentur úr øllum landinum, ja øllum ríkinum, telur man føroyska innslagið við, kappaðust um at gerast partur av einum gentubólki. Við tímalangum sjónvarpssendingum, pinup kalendarum, bókum, videoløgum og einari rúgvu av airplay hevur miðlaapparatið handan Popstars konseptið fingið gentubólkin upp á donsku popptindarnar. Tíbetur fyri danskan popptónleik, eru genturnar ikki nomineraðar til nakra P3-heiðursløn.
TAÐ ER EIN ONNUR miðlaframleidd poppvøra hinvegin.Við síðuna av mær situr tann í Danmark so víðargitni ungi maðurin Christian, sum hvørt mannsbarn hevur kent við fornavni, síðan hann fór inn í eitt hús fylt við myndatólum og lat allar landins sjónvarpshyggjarar fylgja honum í øllum lívsins viðurskiftum í væl umtóktu sjónvarpssendingini Big Brother.
Í Big Brother húsinum spældi hann upp á guitar, og eftir at hann saman við tveimum øðrum luttakarum eina náttina rýmdi úr húsinum í fylliskapi, fór hann í gongd við at stápla sær eina tónleikakarrieru á beinini. Hann innspældi eitt lag, sum onkur annar hevði gjørt, og áðrenn hann visti av, var hann ein landaplága alt summar við lagnum »Du kan gøre hvad du vil«. Síðan hevur hann lænt eitt lag hjá svianum Patrik Isakson og hetta lagið er nú at hoyra í einari danskari útgávu á P3 hvønn einasta dag. Christian vann lurtaraheiðurslønina hjá P3 fyri at tað ikki skal vera lygn.
MEN TÍBETUR fyri P3, danskan popptónleik og tann vanliga útvarpslurtaran, so vóru tað ikki bara avdankaðir tónleikadinosaurar og miðlaskaptar døgnflugur, ið blivu heiðraðar. Tær báðar mest týðandi heiðurslønirnar á skránni fóru nevniliga til tveir tónleikabólkar, sum veruliga hava nakað nýtt at bjóða donskum tónleiki. P3-prisen, sum eisini inniber 75 túsund krónur og tvær vikur í upptøkuhøluum hjá Danmarks Radio, varð latin melodiøsa rockbólkinum Saybia, sum uttan iva fer at vera nógv at hoyra komandi tíðina.
Tann kanska mest áhugaverda av heiðurslønunum, ið P3 lat hetta kvøldið, var MP3-prisen. Fimm bólkar, sum enn ikki hava fingið sáttmála við nakað plátufelag, men sum í vón um at verða »funnir« bjóða øllum at ogna sær teirra tónleik ókeypis ígjøgnum internetið, vóru nomineraðir. Vitjandi á vevsíðuni hjá P3 valdu áhugaverda bólkin Carpark North sum vinnara av MP3-prisen.
HVAT VIÐ FØROYSKUM BÓLKUM?
Aftaná at hava verið vitni til hesa fyrstu tónleikaheiðranina hjá P3 og hava hoyrt eina løgna blanding av nøkrum tí ringasta og nøkrum tí frægasta, sum danskur poptónleikur hevur at bjóða, rennur føroyskur popptónleikur mær í hug. Høvdu føroysku bólkarnir havt nakran kjans millum teir donsku?
Og svarið er avgjørt ja, sjálvandi. Hví skuldu teir ikki havt tað? Men tað tekur tíð og krevur arbeiði. Bólkurin Saybia, sum hetta kvøldið bleiv útróptur sum størsta nýggja talentið í donskum popptónleiki, hevur seinastu árini verið alt landið runt fleiri ferðir og spælt á einum ótali av smærri spælistøðum og soleiðis spakuliga uppbygt sær ein lurtaraskara. Ikki fyrr enn í ár hevur hetta rættiliga givið úrslit, fyrst við einari framførslu á Camping scenuni á Roskilde Festivalinum, síðan við einum plátusáttmála við EMI, og nú við at vinna størstu heiðurslønina frá P3. Men enn er eitt møguligt altjóða gjøgnumbrot langt frammi í tíðini.
So føroyskir tónleikabólkar skulu helst ikki seta nøsina alt ov høgt alt ov tíðliga.