Danskur rumbul-dystur avbrotin

Tað gjørdist ongantíð til tann stórfingna fótbóltsdystin, tá ið FCK var á vitjan hjá Næstved í kvartfinaluni í donsku steypakappingini í dag. Dysturin mátti avbrótast stutt fyri hálvleik, tá ið áskoðarar brutu girðingar niður og fóru til hendurs við løgregluna. Leingi var talan um at avlýsa dystin fullkomiliga, men spælið bleiv tó sett í gongd aftur. Dystin á vøllinum vann FCK 2-0, eftir at brasiliumenn teirra, Ailton Almeida og Junior, høvdu skorað hvør sítt mál.

 

Fýra FCK-fjepparar vórðu handtiknir eftir ófriðin. Hetta hóvar sum vera man ikki formanninum í felagnum.

 

- Tað eru ikki rættir fjepparar, ið fremja slíkt. Tað eru býttlingar, sum ikki skuldu sloppið til dyst, segði Flemming Østergaard við Ekstrablaðið eftir dystin, og slóð somuleiðis fast, at hesir ófriðarkropparnir ikki kunnu vænta sær at sleppa í Parkina (heimavøllin hjá FCK, red.) aftur.