Tveir útróðrarmenn av Bornholm vórðu bjargaðir í øllum góðum, tá bátur teirra sakk fýra fjórðingar sunnan fyri oynna í morgun. Báturin, sum var úr glastrevju og 22 føtur langur, var úr Bakkerne Bådehavn á Bornholm.
Vaktar- og bjargingarskipið Najaden, sum lá við bryggju í Rønne, varð sent avstað, og nakað seinni kom skipið fram á bjargingarbátin, sum teir báðir útróðrarmenninir vóru farnir í. Najaden tók teir upp og fór til lands við teimum. Báðir høvdu tað gott, men annar var sera kaldur, sigur vaktar- og bjargingartænastan.
Útróðrarbáturin, sum æt Kristine, er farin til botns. Einki verður sagt um, hví hann sakk.










