Danskur professari kunnaði føroyingar um kapitalgrunnar

Føroyski Virðisbrævamarknaðurin er heimsins minsti marknaður av sínum slag, men fyri durum standa ein røð av einskiljingum, sum fara at bera við sær ein munandi størri marknað. – Tað hevur tískil stóran týdning at kunna føroyingar um, hvat ein størri virðisbrævamarknaður hevur av ávirkan, og hvørji nýggj hugtøk og evni, vit skulu venja okkum við, sigur Føroyski Virðisbrævamarknaðurin

Kapitalgrunnar

Síðsta hósdag skipaði Virðisbrævamarknaður Føroya (VMF) fyri evnisdegi á Hotel Hafnia. Væl av fólki tóku lut í tiltakinum, og serliga vóru hetta fólk, sum onkusvegna eru partur av føroyska fíggjarheiminum.
VMF hevði fingið ein so kendan mann á økinum, sum danan Morten Bennedsen at greiða føroyingum frá um kapitalgrunnar, bæði í søguligum høpi, um bygnaðin av slíkum grunnum og um fyrimunir og vansar við hesum.
Morten er professari á Institut for Nationaløkonomi á Handilsháskúlanum í Keypmannahavn. Hann er útbúgvin á heimsins besta búskaparskúla, Harvard University, og greinar hjá honum eru útgivnar í fleiri av fremstu tíðarritum í heiminum.
Í løtuni fæst Morten nógv við at granska um ættarliðsskifti í vinnufyritøkum, og á evnisdegnum í síðstu viku reisti hann eisini spurningin, um kapitalgrunnar og ættarliðsskifti kunnu ávirka hvørt annað.

Nýggj hugtøk
Føroyski Virðisbrævamarknaðurin er heimsins minsti marknaður av sínum slag, men fyri durum standa ein røð av einskiljingum, sum fara at bera við sær ein munandi størri marknað.
VMF heldur tað ikki vera óhugsandi, at privatar fyritøkur áðrenn langt um líður verða skrásettar á føroyska virðisbrævamarknaðinum.
- Tískil hevur tað stóran týdning at kunna føroyingar um, hvat ein størri marknaður hevur av ávirkan, og hvørji nýggj hugtøk og evni, vit í Føroyum skulu venja okkum við.
VMF sigur, at ætlanin soleiðis er at kunna føroyingar um hesi hugtøk við eini røð av fyrilestrum og evnisdøgum, eins og gjørt varð í síðstu viku á Hotel Hafnia.
- Kapitalgrunnar eru eina mest kendir um okkara leiðir fyri at keypa stórar fyritøkur, og eitt nú danski "risin", TDC, varð soleiðis keyptur av einum samtaki av kapitalgrunnum.

Hugsunarháttur
Heri á Rógvi, sum lesur í Danmark og áður hevur skrivað fyri Sosialin, hevur havt samrøðu við Morten Bennedsen, sum var á Hotel Hafnia seinasta hósdag.
Í samrøðuni sigur danski professarin, at ávirkanin av kapitalgrunnum er sjónlig.
- Sum partur av sonevnda Private Equity-rákinum hevur nógv verið at hoyrt um kapitalgrunnar seinastu árini, ikki minst í sambandi við nógv umrødda keypið av TDC.
Morten vísir á, at Private Equity er eitt ógvuliga breitt hugtak.
- Hetta fevnir um øll sløg av kapitali, sum ikki er listaður á einum marknaði. Seinastu tíggju árini er orðið vorðið samheiti við kapitalgrunnar ella "buy out" grunnar, sum hann tekur til.
Sambært Morten Bennedsen hava kapitalgrunnar ein grundleggjandi øðrvísi hugsunarhátt enn onnur.
- Grunnarnir hugsa ikki um
langtíðar perspektiv, og teir skulu vinna pening innan heilt fá ár, sigur hann.

Føroyskar fyritøkur
Føroyski Virðisbrævamarknaðurin heldur tað ikki vera óhugsandi, at kapitalgrunnar eisini fara at fáa eyguni upp fyri føroyskum fyritøkum.
- Tað er trupult hjá mær at siga nakað ítøkiligt um føroyskar fyritøkur, men eg vil meta, at kapitalgrunnar eru áhugaðir í eini og hvørjari fyritøku, sum hevur størri møguleikar fyri vøkstri enn tann vøkstur, sum fyritøkan hevur í løtuni, heldur Morten Bennedsen.
Hann vísir á, at eitt nú íslendskir grunnar kundu verið ein upplagdur møguleiki í Føroyum, har føroyskar fyritøkur eitt nú verða settar saman við øðrum líkandi fyritøkum.
- Tað er tó ógvuliga ymiskt, hvussu væl egnaðar fyritøkurnar eru hjá kapitalgrunnunum, men um fyritøkurnar bert hugsa um føroyska marknaðin, eru vakstrarmøguleikarnir ikki so stórir, heldur danin.

Einki at ræðast
Morten Bennedsen leggur tó aftrat, at tað ikki er óhugsandi, at kapitalgrunnar eisini fara at gera seg galdandi í Føroyum.
- Men hesir grunnar eru einki at ræðast, leggur danski professarin, Morten Bennedsen aftrat.