Í 1988 og 1989 virkaði Steen Skovsgaard sum prestur í Klaksvík. Nú gevur hann út bók, sum brúkar søgur í Føroyum í sínum tekstum. Bókin kallast »Giv mig en tanke« og inniheldur 208 stuttar andaktir.
Ein av søgunum er um jóladag 1988, tá ið Steen Skovsgaard stavaðist í Føroyum. Hann skrivar í einari andakt:
– Jóladag skuldi eg halda gudstænastu í Haraldssundi, har eingin kirkja her. Í staðin skuldi gudstænastan haldast í einari skúlastovu. Tá ið eg kom inn í stovuna, hugsaði eg, »Á, nei, tað ikki vera rætt, at vit skulu hava gudstænastu her«. Tað luktaði av gomlum matpakkum og súrum talvulappa. Prædikastólurin var ein gamal røðarapallur, og altartalvan var ein jólamaður, sum var teknaður á skúlatalvuna, og har stóð »Gleðilig jól«.
– Eg kendi meg púra malplaseraðan í mínum prestakjóla. Men so byrjaðu fólk at koma, ein fyri og annar eftir. Tey bukaðu kavan av skónum, komu inn og settu seg friðarliga á beinkirnar. Stór og smá, ung og gomul. At enda var stovan full av glaðum og spentum fólki. Tá ið tey byrjaðu at syngja – uttan orgul sjálvandi – hoyrdu vit tað jú. Vit vóru í fjósinum í Betlehem. Vit upplivdu jólagleðina í einføldum umstøðum.
Steen Skovsgaard brúkar í bókini gerandissøgur frá sínum uppvøkstri, lesnaði og arbeiði – eisini úr Føroyum.
Jógvan Fríðriksson, bispur, skrivar eitt viðmæli í bókini.
– Bókin leggur upp til umhugsni. Gerandisligar treytir og virki í tilveruni setast í samband við kristindómin, har Jesus er í miðdeplinum. Steen Skovsgaard megnar sum boðari at geva lesaranum innlit og útsýni, skrivar Jógvan Fríðriksson millum annað í viðmælinum.
»Giv mig en tanke« kemur út í morgin.
##med2##