Landsfundurin hjá Javnaðarflokkinum byrjar í kvøld og heldur áfram leygardagin. Í tí sambandi hevur Javnaðarflokkurin boðið Jan Andreasen úr Socialdemokratiet til Føroya.
Jan Andreasen situr í býráðnum í Keypmannahavn og er skoleordfører, ella tað sum onkur vildi rópt framsøgumaður í skúlamálum, hjá Socialdemokratunum. Hann hevur havt nógv við skúlapolitisk mál at gera, serliga PISA-kanningina, og tí fer røða hansara í ein ógvuliga stóran mun at snúgva seg um hetta, tá hann verður gestarøðari á landsfundinum leygardagin.
Fyri tíggju árum síðani kom fyrsta PISA-kanningin niðri, og úrslitið var skelkandi.
– Vit gingu runt og hildu vit høvdu heimsins besta skúla, men funnu tá út av, at næmingarnir í skúlunum als ikki dugdu nóg væl at lesa og skriva bæði danskt og enskt, og eisini í rokning stóð ikki væl til, fortelur Jan Andreasen og vísir harvið á, at trupulleikarnir í Føroyum minna um teir í Danmark.
Hann heldur, at tað er ógvuliga umráðandi, at føroysku politikararnir ikki leypa framav, nú úrslitini eru so vánalig í kanning okkara.
– PISA-kanningin skal takast í størsta álvara, men tað er ógvuliga umráðandi ikki at leypa framav. Broytingar skulu sjálvandi gerast, men ikki í óðum verki. Her er ikki pláss fyri hovsaloysnum, og tí mugu tit geva tykkum stundir soleiðis, at tað verður funnið fram til eina breiða politiska semju um málið, heldur Jan Andreasen.
Í samband við at uppskotið frá PISA-arbeiðsbólkinum varð handað í gjár, varð Jógvan á Lakjuni spurdur, um hann ikki var bangin fyri at PISA-uppskotið fór at detta burtur úr millum, nú valið ikki stendur so langt fyri framman. Tá segði landsstýrismaðurin, at tað var hann á ongan hátt bangin fyri hesum, tí hetta er eitt mál vit øll vara av, sigur hann, og hesum er Jan Andreasen samdur við.
– Vit hava øll gingið í skúla og hava eina meining um hann. Øll eru eisini samd um, at í skúlanum skulu vit læra okkurt. Tí nyttar lítið, at vit í Danmark hava heimsins glaðastu skúlabørn, um tey ikki duga nakað, sigur Jan Andreasen og vísir á, at nú tíggju ár eftir fyrstu PISA-kanningina niðri, so koyrir kjakið framvegis um, hvussu tey í Danmark fáa ein betri fólkaskúla.