Danskur landsliðsmálverji til Neistan

Neistin leggur nógv fyri, nú teir ætla sær at vinna steypafinaluna í manshondbólti annað árið á rað

Hondbóltur

Dimmalætting staðfesti í gjár, at Neistin hevur gjørt avtalu við danska Emil K. Jacobsen, sum dagliga spælir í danska Ajax.
Her hevur málverjin verið liðfelagi við Heina Hanusarson, og sum skilst er tað umvegis Heina, at sambandið millum Neistan og Emil er komið í lag.
Enn vita tey í Neistanum ikki, um reyða kortið, sum Ári Dam fekk í dystinum móti KÍF sunnudagin, ber ein ella tveir daga leikbann við sær. Er talan um tveir dagar, er Ári leikbannaður til steypafinaluna, og sagt verður, at tilgongdin av Emil K. Jacobsen er ein roynd at byrgja upp fyri hesum missi.
Samstundis er tó greitt, at danski málverjin við hesum forðar Dejan Lacok í at spæla teir báðar komandi dystirnar. Tað er bert loyvt at nýta tríggjar útlendskar spælarar í hvørjum dysti, og tað er lítið hugsandi, at David Edvardsen ella Jugoslav Djumic verða tveittir á beinkin at sita. Tað gevur bara rúm fyri tí eina útlendska spælaranum afturat, og hesin verður eftir øllum at døma danski málverjin.
Um Eml K. Jacobsen er annars at siga, at hann væl og virðiliga tykist hava støðið, sum skal til fyri at vera ein profilur í føroyskum hondbólti. Tvær ferðir hevur hann spælt við danska A-landsliðnum, og hann hevur eisini 10 U-landsdystir á kontini.