Hósdagin fer Dan M. Knudsen, ríkisumboðsmaður, at greiða løgtinginum frá, hvussu nógvar stuðul Fólkatingið letur føroyskum flokkum
– Hvussu nógvar pengar hevur danski staturin latið føroysku flokkunum í fólkatingsstuðuli síðani 1998?
Hesum spurningi fer Dan M. Knudsen, ríkisumboðsmaður, at svara á tingfundi hósdagin.
Tað er Kári P. Højgaard, sum hevur spurt soleiðis:
– Kann ríkisumboðsmaðurin stutt nágreina galdandi reglur fyri, at ein politiskur flokkur í Føroyum kann fáa fíggjarligan stuðul/blokkstuðul frá statinum?
– Koma pengarnir av sær sjálvum eftir fólkatingsval, ella er neyðugt at søkja Indenrigsministeriet um at fáa pengarnar útgoldnar?
– Kann ríkisumboðsmaðurin upplýsa, hvat teir einstøku politisku flokkarnir árliga hava fingið útgoldið síðan 1998?
Í viðmerking til fyrispurningin vísir Kári P. Højgaard á, at Føroyar hava til fólkatingsval grundlógartryggjaðan rætt at velja tveir limir til Fólkatingið. Teir flestu politisku flokkarnir hava brúkt teirra rætt at luttaka í tí danska fólkatingsvalinum. Sjálvandi hevur tað við sær ein ávísan kostnað at luttaka.
– Tað, sum er áhugavert at fáa greiði á í hesum høpi, er m.a., í hvønn mun stuðulin í roynd og veru rindar hesar útreiðslur, og harnæst um stuðulin er ætlaður eisini at rinda aðrar útreiðslur, sum ikki beinleiðis viðvíkja valinum.
Kári P. Højgaard sigur, at tað má eisini haldast at vera viðkomandi at fáa at vita, hvørjar møguleikar teir valdu fólkatingslimirnir hava fyri at fáa stuðul til teirra politiska arbeiði, og eisini hvørjar serstakar fyrimunir hesin stuðulin møguliga hevur við sær fyri tey viðurkendu valevnini, sæð í mun til onnur mótvalevni, sum stilla upp til fólkatingsval.
Reglan er tann, at fyri hvørja atkvøðu, sum flokkarnir, ið stilla upp til fólkatingsval fáa, kunnu teir fáa 33 kr og 50 oyru í stuðuli úr danska statskassanum. Einasta avmarking er, at flokkarnir skulu hava yvir 1.000 atkvøður fyri at fáa rætt til henda stuðul. Tað eru bara teir fýra stóru flokkarnir í Føroyum, sum fáa tað, og allir hava søkt um hendan danska stuðul.
Í 2016 verður ríkisstuðulin til føroysku flokkarnar hesin:
Tjóðveldi | 174.765 kr |
Javnaðarflokkurin | 172.813 kr |
Sambandsflokkurin | 167.750 kr |
Fólkaflokkurin | 133.224 kr |










