Morten Messerschmidt í Gongini í Havn. Mynd: Álvur Haraldsen

Danskur floksformaður fer í kirkju í Føroyum dýra biðidag

Hann er sera misnøgdur við, at dýri bididagur varð tikin av í Danmark.

 

Morten Messerschmidt í Gongini í Havn. Mynd: Álvur Haraldsen

Komandi ár verður fyrsta árið uttan dýra biðidag í Danmark. Hóast greiður meiriluti var í Fólkatinginum fyri at taka dýra biðidag, so hava harðar atfinningar verið ímóti donsku stjórnini fyri hesa avgerðina.

Ein av teimum, sum er hart ímóti avgerðini, er Morten Messerschmidt, formaður í Danska Fólkaflokkinum.

Í tíðargrein í Sosialinum sigur hann millum annað, at kristindómurin og kirkjan í Føroyum ikki kann samanberast við fólkakirkjuna í Danmark, har stjórnin tekur av halgidagar, og har prestar mangan misskilja viðurskiftini millum Gud og ríki keisarans og halda seg kunna føra reina politiska propaganda.

– Man kimer med klima-klokkerne og agiterer aktivt for flere muslimske indvandrere. Den slags, tror jeg, vil være utænkeligt på Færøerne, hvor man i troskab mod sin kirke og kultur naturligvis holder fast i traditionerne – også store bededag. Det taler til mit hjerte. Et stolt land afskaffer ikke sine helligdage. Man hylder dem og elsker dem. Jeg ville derfor ønske at kunne være blevet helt til Olai fest, men det må blive en anden gang, skrivar Morten Messerschmidt millum annað í tíðargreinini.

Hann sigur eisini, at hann gleðir seg til næstu vitjan í Føroyum. Um tað ikki verður fyrr, so verður tað í øllum førum til dýra biðidag næsta ár 26. apríl, tá  hann ætlar sær í kirkju í einum av føroysku kirkjunum og har senda ein kerligan tanka til donsku stjórnina, sigur hann í tíðargreinini í Sosialinum.

 

 

Morten Messerschmidt í Gongini í Havn. Mynd: Álvur Haraldsen

Fólkatingsbólkurin hjá Danska Fólkaflokkinum helt summarfund í Føroyum í juni mánaði Mynd: Álvur Haraldsen