Danskt kríggj fyri 173 milliónir krónur

Í kvøld klokkan 19 fer Danmarks Radio at senda fyrsta part av stóru sjónvarpsrøðini, 1864, sum snýr seg um kríggið millum Danmark øðrumegin og Eysturríki og Preussen á hinari síðuni.

Í kvøld klokkan 19 fer Danmarks Radio at senda fyrsta part av stóru sjónvarpsrøðini, 1864, sum snýr seg um kríggið millum Danmark øðrumegin og Eysturríki og Preussen á hinari síðuni.

 

Orsøkin til kríggið vóru tær tjóðskaparligu rørslunar í ávikavist Danmark og stýsku statunum, sum brustu saman í spurninginum um tjóðskaparliga blandaða lagnuna hjá hertugadøminum Slesvik. Kríggið endaði við, at Danmark tapti stórt, og mátti lata hertugadømini,  Slesvik, Holstein og Lauenborg frá sær. Tey gjørdust í staðin partur av týska keisararíkinum, sum varð skapt í 1871.

 

Sjónvarpsrøðin um hetta stóra kríggið er beinleiðis úrslit av politiskari miðlasemju í Fólkatinginum. Sjónvarpsrøðin hevur kostað 173 milliónir krónur, men øll eru ikki eins fegin um røðina.

 

Pia Kjærsgaard segði við TV-Avsína í kvøld, at hon heldur, at sjónvarpsrøðin bæði er villleiðandi og politiserandi. Hinvegin siga, tey, sum standa fyri verkætlanini, at røðin als ikki snýr seg um politikk.

 

DR1 sendir fyrsta part av sjónvarpsrøðini í nú í kvøld klokkan 19 føroyska tíð.

 

Fakta um kríggið í 1864 kann lesast, við AT TRÝSTA HER

 

 

Og meira um sjónvarpsrøðina kann lesast VIÐ AT TRÝSTA HER