Fleiri hava sagt upp, og tað er torført at fáa umsøkjarar til leys størv, tí byrðarnar verða hildnar at vera ov stórar Tað er einki eindømi fyri Føroyar, at áhugin fyri at gerast skúlastjóri er lítil. Jyllands Posturin skrivar í dag, at fleiri danskir skúlastjórar hava sagt upp ella eru langtíðar sjúkir.
Alsamt vaksandi atfinningarnar, næmingaætlanir og kravdar royndir sigast vera orsøkin til stóra trýstið, sum stjórarnir ikki vilja liva við og undir.
Danska skúlastjórafelagið sigur, at tað samstundis er vorðið nógv torførari at fáa umsøkjarar til leys skúlastjórastørv.
Danski kenslumálaráðharrin Bertel Haarder sigur seg taka trupulleikan í stórum álvara:
- Eg fari at bjóða stjórunum at tosa við meg um hetta. Eg vil fegin hoyra, hvat tað eru fyri byrðar, sum teir vilja sleppa undan. Talan skal ikki vera um óneyðugt skrivstovuveldi, men tað ber ikki til at sleppa undan royndum og næmingaætlanum, leggur danski kenslumálaráðharrin afturat.