Danskir politikarar sera lágt trúvirði

- Tað vísir ein nýggj donsk kanning.

Eisini í Danmark er trúvirðið hjá politikarum til umrøðu í hesum døgum. 

Politikarar eru tann mest ótrúverdigi fakbólkurin í Danmark, vísir ein nýggj trúvirðiskanning, sum Radius Kommunikation hevur gjørt. 

Yvir 2000 danir hava svarað í kanningini, har tey skuldu taka støðu til trúvirðið hjá 20 ymiskum fakbólkum frá "sera høgt trúvirði" til "sera lágt trúvirði".

Og her fáa politikararnir botnkarakterin á 2.06. Tað svarar til, at danir meta politikararnir hava lágt trúvirði. 

Í hinum endanum eru sjúkrasystrar, sum verða mettar at hava sera høgt trúvirði. 

Í kanningini hava tey hugt eftir, hvørjir faktorar spæla ein leiklut, tá ið trúvirðið hjá einum fakbólki skal metast um. Og her er niðurstøðan greið. Danir eru ikki imponeraðir av tí arbeiði, sum politikarar leggja fyri dagin og teir halda ikki, at politikarar tosa eitt mál, sum er skilligt.

57% av teimum spurdu siga, at tey eru sera lítið ella als ikki imponerað av arbeiðnum hjá politikarum, meðan 43% siga, at ikki halda, at politikarar tosa eitt skilligt mál. 

Hóast lága karakterin, so hava politikarar hægri trúvirði í hesari kanningini, enn teir høvdu í líknandi kanning, sum varð gjørd síðsta ár. 

Hóast framvegis nógv skal gerast á økinum, fyri at betra um trúvirðið hjá politikarum, so heldur Nicolai Taudorf Andersen, seniorpartnari hjá Radius Kommunikation, at orsøkin til betraða úrslitið er politiskt innihald. 

- Hendan broytingin vísir, at tað ber til at broyta trúvirðið, sigur hann við dr.dk og leggur aftrat, at politikarar kunnu umhugsa at fokusera upp á innihald heldur enn persónsmál, hava klárar politiskar útsagnir og at standa fast, tá ið umræður høvuðs politisk mál. 

Hetta veit dr.dk at siga í dag.