Danskir hermenn farnir úr krígnum í Afghanistan

Meginparturin av donsku herdeildunum er nú á veg úr Afghanistan til Danmarkar.

250 danskir hermenn fóru í dag úr hernaðarleguni Camp Price, har teir hava hildið til farnu seks árini. Tey seinastu av teimum um 90 hernaðarakførunum koyrdu inn í Camp Bastion, haðan hermenn og hernaðarútgerð verða flutt til Danmarkar í næstum, skrivar Berlingske.

Áðrenn fráferðina vórðu røður hildnar, og ein minnisløta var fyri teimum hermonnunum, sum hava latið lív.

Komandi 14 dagarnar koma donsku hermenninir aftur til Danmarkar.

Friður er ikki í Afghanistan, og Taliban herjar serliga í eystara og sunnara parti av lalndinum. Fríggjadagin drap Taliban 15 fólk í fleiri bumbuatsóknum í Helmand landspartinum.

Kortini vil leiðarin hjá donsku herdeildunum í Afghanistan, Anders Mærkedahl Pedersen oberstur, ikki siga, at danska avrikið hevur verið til fánýtis.

- Vit berjast móti uppreistrardeildum. Tú fært ongantíð bart alla mótstøðu niður, tí uppreistrarmenn fjala seg sum sivilfólk, sigur hann við dr.dk.

43 danskir hermenn hava latið lív í Aghanistan, síðan Danmark fór upp í kríggið í 2002. Bæði danskir og hermenn úr øðrum londum skulu eftir ætlan verða verandi í landinum til endan av 2014, tá Nato fer haðani.

Myndin: Toftagentan Tamara í Túni er sersjantur í danska herinum og hevur verið í Afganistan og Kosovo