Danskir gíslar leyslætnir

Eftir 838 dagar eru teir báðir donsku sjómenninir, Søren Lyngbjørn og Eddy Lopez, saman við fýra filipinskum gíslum endiliga lætnir leysir.

Teir hava sitið gíslar í Somalia í fleiri enn tvey ár.

Tað merkir, at øll manningin umborð á MV Leopard, nú aftur eru fríir menn.

Søren Lyngbjørn, Eddy Lopez og teir fýra filipinararnir vóru tiknir umborð á farmaskipinum, MV Leopard, 12. januar 2011, men eru nú í danskari varðveitslu umborð á donsku fregattini, Iver Huitfeldt.

Umframt teir báðar donsku sjómenninar, sum báðir eru frá Ærø, er talan um teir fýra filipinararnar, Frankly Rencio, Sancho Lusaya, Rene Aviles og Federito Nunez.

Eitt loysigjald er í døgunum upp til leyslatingina tveittir á sjógvin til gíslatakararnar. Upphæddin er enn ókend, men sum skilst eru pengar tveittir út tvær ferðir.

Eingir sjómenn frá vestligum londum hava sitið gíslar so leingi sum donsku sjómenninir og teirra filipinsku starvsfelagar, og reiðaríið, Shipcraft hevur fingið harðar skolur fyri ikki at hava gjørt nóg mikið, fyri at fáa gíslarnar leysar aftur.

Manningin hevur verið hildin gíslar á landi, tí sjórænararnir ikki fingu skipið við sær, og heldur ikki tey vápn, ið vóru í lastini.

Shipcraft hevði ikki tryggjað sjómenninar móti gílsatøku.