Danski heilsumálaráðharrin bergtikin av føroyskari skipan

Astrid Krag er so hugtikin av teirri føroysku THS-skipanini, at hon hevur sett sær fyri at fáa eina tilsvarandi skipan í danska heilsuverkinum

Tá danski heilsumálaráðharrin fyri átta døgum síðani var í Føroyum, fekk hon millum annað eina frágreiðing um, hvussu tann talgilda sjúklingajournalin í føroyska heilsuverkinum virkar, og at vit hava eina og somu skipan fyri sjúkrahúsini og allar kommunulæknarnar.
Astrid Krag sigur við Sosialin, at hon var sera hugtikin av teirri føroysku skipanini og serstakliga tí, at skipanin umfatar allar partar í kervinum.
Í dag hava flestu lond talgildar sjúklingajournalir, men tað serliga við teirri føroysku skipanini er, at ein og sama skipan umfatar alt kervið. Onnur lond hava tann trupulleika, at tey hava ymsar skipanir, men sum ikki virka saman. Soleiðis er eisini í Danmark, har ymsar skipanir eru í teimum fimm regiónunum.
-Eg fari at taka hetta upp við regiónirnar, tí tað er heilt týðiligt, at tað eru fleiri fyrimunir at fáa við at brúka eina skipan sum ta í Føroyum, sigur ráðharrin.
Á vitjanini í Føroyum fekk Astrid Krag høvi til at tosa við kommunulæknarnar í Klaksvík, sum søgdu seg vera sera væl nøgdar við THS-skipanina, og ráðharrin dugir væl at ímynda sær, hvussu stórar fyrimunir danir kundu fingið av einari felags skipan fyri sjúkrahúsini og teir praktiserandi læknarnar.
-Kunnu føroyingar fáa hetta at virka, kunnu vit í Danmark eisini, sigur danski heilsumálaráðharrin.