Afturgongdin hjá Danska Fólkaflokkinum er ein av orsøkunum til, at blái vongur ikki stendur til at endurvinna meirilutan á komandi fólkatingsvali.
Tað sæst týðuliga í nýggja veljarakanningini hjá Voxmeter. Her stendur flokkurin, sum á valinum í 2015 gjørdist størsti borgarligi flokkur, til bara at fáa 11,6 prosent av atkvøðunum.
Tað er ein afturgongd upp á 9,5 prosentstig ella ein afturgongd upp á 16 fólkatingssessir.
Har er tó ein statistisk óvissa í kanningini upp á 2,0 prosentstig upp ella niður.
Reyði vongur fær í kanningini 95 fólkatignssessir. Um sessirnir hjá Alternativinum verða taldir við, fær vongurin 101 tingsessir. Tá eru teir fýra sessirnir úr Føroyum og Grønlandi ikki taldir við.
Her er úrslitið av dagsins kanning. Tølini í klombrum vísa úrslitið á seinasta fólkatingsvali:
Javnaðarflokkurin: 28,5 prosent / 52 tingsessir (26,3 prosent)
Tey Radikalu: 6,8 prosent / 12 tingsessir (4,6 prosent)
Tey Konservativu: 5,2 prosent / 9 tingsessir (3,4 prosent)
Nye Borgerlige: 1,7 prosent / 0 tingsessir (stillaði ikki upp)
Sosialistiski Fólkaflokkurin: 7,0 prosent / 13 tingsessir (4,2 prosent)
Liberal Alliansa: 3,3 prosent / 6 tingsessir (7,5 prosent)
Kristendemokratarnir: 1,3 prosent / 0 tingsessir (0,8 prosent)
Danski Fólkflokkur: 11,6 prosent / 21 tingsessir (21,1 prosent)
Vinstri: 18,6 prosent / 34 tingsessir (19,5 prosent)
Eindarlistin: 9,9 prosent / 18 tingsessir (7,8 prosent)
Alternativið: 3,3 prosent / 6 tingsessir (4,8 prosent)
Klaus Riskær Pedersen: 0,2 prosent / 0 tingsessir (stillaði ikki upp)
Stram Kurs: 2,4 prosent / 4 tingsessir (stillaði ikki upp)
Onnur: 0,2 prosent / 0 tingsessir
Reyði vongur (Alternativið íroknað): 55,5 prosent / 101 sessir.
Blái vongur (Stram Kurs íroknaður): 44,3 prosent / 74 sessir.
Øll prosenttøl fyri flokkarnar eru rundað til ein desimal. Tað er tí, at talið tilsamans ikki verður akkurát 100.
Tilsamans 1004 persónar yvir 18 ára umboðandi og tilvildarliga valdir, eru við í kanningini, sum er grundað á telefonsamrøður gjørdar í tíðarskeiðnum 10. til 12. mai.
Voxmeter ringir hvønn dag til umleið 330 nýggjar veljarar, sum kanningin verður dagførd við.
Størsta statistiska óvissan fyri atkvøðutalið hjá ymsu flokkunum er 2,8 prosentstig (galdandi fyri Javnaðarflokkin). Síðani fellir óvissan við støddini hjá flokkunum.
Kelda: Voxmeter for Ritzau.
/ritzau/