Danske Spil: Reiley er favorittur

Føroyski Reiley hevur góðan møguleika at vinna danska Grand Prixið í kvøld

Í kvøld verður danska Melodi Grand Prix hildið, og ein av teimum átta luttakarunum er føroyski poppsangarin Reiley.

 

Veddingarfyritøkan Danske Spil heldur, at Reiley er favorittur at vinna kappingina í kvøld. Danske Spil gevur odds 2,40 fyri sigur til Reiley, meðan Eyjaa, ið eru systrar við íslendskum ættarbondum, geva odds 2,80. Síðani er fittur teinur til Nicklas Sonne við 7,50.

 

Danske Spil sigur, tvær orsøkir eru til, at Reiley og Eyjaa hava best møguleika at vinna Grand Prixið í kvøld. Onnur orsøkin er, at sangirnir eru góðir, og hin orsøkin er, at flest danskarar hava spælt upp á tey sum vinnarar. 31 prosent av innskotunum er upp á, at Eyjaa vinnur, og 29 prosent av innskotunum spæla upp á Reiley. Danske Spil heldur eisini, at tað gevur Reiley fyrimun, at hann er kendur innan tónleik frammanundan.

 

Nevnast kann, at í fjør varð favoritturin hjá veddingafyritøkunum nummar tvey í kappingini.

 

Reiley syngur sangin “Breaking my Heart” í danska Grand Prixnum, sum byrjar kl. 19 í kvøld og kann síggjast á DR1. Føroyingar kunnu eisini atkvøða í kappingini – antin umvegis sms ella app.

 

##med2##