Danskarar rinda 30 milliónir til risa-ætlan í Havn

Teir báðir føroysku fólkatingsmennini hava gjørt avtalu við donsku stjórnina

Nú danska stjórnin er samd um fíggjarlógina fyri næsta ár, hava teir báðir føroysku fólkatingslimirnir, Edmund Joensen og Sjúrður Skaale, eisini ligið framvið.

 

Í hesum sambandi hava tey gjørt avtalu við donsku stjórnina um at játta 30 milliónir til risaróru marghøllina, sum ætlanin er at byggja í Havn.

 

Høllun kostar slakar 218 milliónir og býráðið hevur játtað slakar 109 milliónir og nú danska Fólkatingið eisini játtar 30 milliónir, eru slakar 139 milliónir útvegaðar til Føroya Arena, sum skal byggjast við Stórutjørn.

 

Hetta er fyrstu ferð, at føroyskir fólkatingslimir hava samráðst saman um donsku fíggjarlógina.

 

Føroya Arena, ið skal hýsa mongum ymiskum ítróttargreinum, landsdystum, altjóða kappingum, mentanartiltøkum, ráðstevnum og stórfundum. Harumframt er ætlanin, at høllin skal hýsa einum fólkaheilsudepli og verða miðdepil fyri landstilbúgvingini, skuldi ein størri vanlukka hent í Føroyum.

 

Høllin væntast at kunna hýsa 2.700 áskoðarum tá ið hondbóltsdystur er, men upp móti 4.600 gestir kunnu vera á konsert. 

 

Peningurin á donsku fíggjarlógini er játtaður í árunum frá 2022 til 2025, og er treytaður av, at restin av fíggingini eisini verður útvegað.

 

Eydnast tað ikki at fáa restina av fíggingini, fella tær 30 milliónirnar aftur til statin.

 

–  Ein orsøk til at fólkatingsmenninir hava roynt at fingið statin upp í verkætlanina, er júst fyri at slóða fyri, at aðrir íleggjarar – føroyskir og útlendskir – eisini koma við.

 

Umframt Føroya Arena, vera eisini tríggjar milliónir settar av á donsku fíggjarlógini til eitt nýtt samtak ímillum ung í ríkisfelagsskapinum. Peningurin fer í eina pulju, har ung í felagsskapum, ella skúlaflokkum, kunnu søkja um stuðul at vitja londini í ríkisfelagsskapinum og harvið fáa sær størri vitan um hvønn annan.

 

Somjleiðis eru tvær milliónir játtaðar til sjósavn og mentanarhúsið í Miðvági.