Danskar tryggingar á føroyska marknaðin - og umvent

Føroysk tryggingarfeløg kunnu nú veita skaðatryggingar á danska marknaðinum, og danskar tryggingarfyritøkur í Føroyum. Hetta letur seg gera, eftir at avtala er gjørd millum føroyska Tryggingareftirlitið og danska Fíggjareftirlitið. Avtalan ber í sær, at fyritøkurnar kunnu veita tænastuveitingar í londunum hjá hvør øðrum.

Landsstýrismaðurin í vinnumálum, Johan Dahl, vónar, at bæði fyritøkurnar og kundarnir fáa fyrimun av nýggju avtaluni

- Vónin er nú, at tryggingarfeløg ikki bert síggja men eisini brúka nýggju avtaluna. Spennandi er eisini at vita, um øll tey, ið keypa tryggingar í Føroyum, fara at fáa fyrimun av øktum dynamikki á marknaðinum. Sum frá líður gerast tryggingar vónandi bíligari.

Hetta sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, eftir at avtalað er gjørd um at lata upp tryggingarmarknaðin.

- Samráðingarnar hava verið góðar, og tað er náttúrligt, at vit í Ríkisfelagsskapinum hava góðar og effektivar samráðingar, sigur Johan Dahl, ið umboðar Sambandsflokkin.

Samráðingarnar millum Tryggingareftirlitið og Fíggjareftirlitið vístu, at møguligt er ikki hjá fyritøkunum at stovna dótturfeløg í londunum hjá hvørjum øðrum. Orsøkin er, at Føroyar onga avtalu hevur við ES á hesum øki, og at Danmark er ES-limur.

Tí fevnir nýggja avtalan um tænastuveitingar um landamørk.

Landsstýrismaðurin sær nýggja sáttmálan sum eina náttúrligt stig, eftir at føroyska tryggingarmonopolið varð avtikið fyri árum síðani.

Ætlanin er nú at kanna møguleikarnar fyri at gera líknandi avtalur við Norra og ES.