Danska uttanríkisráðið hevur dagført ferðavegleiðingina til USA fyri danskar ríkisborgarar. Tað siga tey við RADIO IIII, og tað stendur eisini á heimasíðuni hjá ráðnum.
Millum annað er ein partur lagdur afturat undir visumreglunum fyri innferð til USA. Har stendur, at tá søkt verður um ESTA (visumfrí innferð til USA, red.) ella visum til USA, eru tvær kynsmerkingar at velja ímillum: maður ella kvinna.
- Hevur tú kynsmerkingina X í passinum, ella hevur tú skift kyn, verður mælt til at seta teg í samband við amerikonsku sendistovuna undan ferðini fyri at fáa vegleiðing um, hvussu farast skal fram, skrivar Uttanríkisráðið.
LGBT+ Danmark setti seg í samband við Uttanríkisráðið fyri nøkrum døgum síðani og bað tey um at broyta ferðavegleiðingina, tí tey stúra fyri umstøðunum hjá tvørkyndum, tá tey koma inn í USA.
Skrivstovustjórin Susanne Branner Jespersen sigur við Radio IIII:
- Vit stúra fyri, at fólk verða steðgað á flogvøllinum og noktað atgongd, ella at tey verða løgd undir okkurt, sum fer um mark og kennist óhugnaligt á flogvøllinum, sigur Susanne Branner Jespersen.
Hinvegin ynskir LGBT+ Danmark eitt greitt svar uppá, hvat tú kanst vænta tær, um tú sum transpersónur vilt søkja um innferð til USA. Tí verður beinleiðis samband havt við amerikansku sendistovuna.
- Um tú ert transkyndur ella hevur X í passinum, kanst tú so risikera at verða noktaður atgongd? Tað vilja vit gjarna hava ítøkilig svar uppá.
The Independent skrivaði fyrr í ár, at amerikanski uttanríkisráðharrin, Marco Rubio, hevði sent eitt upprit til amerikanskar myndugleikar.
Har stóð, at um ósamsvar er millum skjølini hjá umsøkjaranum, ella um onnur prógv sáða rímiligan iva um kyn umsøkjarans, skal málið burturvísast.
Fráboðanin hjá ráðharranum kom eftir eina kunngerð frá Donald Trump, forseta, sum skuldi nokta transkyndum ítróttarfólkum at koma inn í USA og luttaka í ítrótti og kappingum.
Sambært Susanne Branner Jespersen vísir uppritið hjá Rubio greitt, at transkynd, sum hava verið undir lívfrøðiligari og lógarbundnum kynsskifti, og sum hava X ella annað kyn enn teirra føðingartilskilaða kyn í passinum, verða noktað innferð til USA.
Og sambært henni leggur hetta dent á tørvin á einum sera greiðum svari frá amerikanskum myndugleikum.
Uttanríkisráðið upplýsir, at tað hevur dagført visumreglurnar til at endurspegla galdandi innferðarreglur.
Uttanríkisráðið upplýsir eisini, at tað ikki hevur fingið nakrar fyrispurningar frá donskum ríkisborgarum, sum hava fingið noktað ella varðhaldsfongslað við innferð, síðan Trump-stjórnin tók við í januar.