Stjórnin hjá Lars Løkke Rasmussen hevur eina ætlan, ið hann kallar 2025-ætlanin.
Endamálið við 2025-ætlanini er, sambært donsku stjórnini, at framtíðartryggja danska vælferðarsamfelagið og kjarnuvirðir tess.
Eitt, ið kann raka føroyingin beinleiðis er, at SU skipanin eftir øllum at døma verður broytt.
Frá 2019 ætlar stjórnin, at helvtin at SU skal rindast umvegis núverandi skipan, meðan hin helvtin skal rindast umvegis eitt rentufrítt lestrarlán.
Tey, ið eftir loknan lesnað, verða verandi í Danmark og fáa eitt starv, fáa lagaligari frádráttar treytir uppá afturrindan av láninum.
Endamálið sambært donsku stjórnini, er at verja SU skipanina, ið er undir stórum trýsti.
Ulla Tørnæs, útbúgvingarráðharri, fer á tíðindafundi seinni í dag at leggja fram nágreiniligt hvussu skipanin verður broytt.