Síðani stjórnin hjá Helle Thorning-Schmidt bleiv skipað, hevur fíggjarmálaráðið í Keypmannahavn arbeitt við at endurskoða fíggjarlógaruppskotið fyri 2012, sum tann undanfarna stjórnin legði fram beint undan valinum. Tá varð sagt, at hallið fór at verða 85 milliardir krónur, men sambært DR hevur endurskoðanin hjá teirri nýggju stjórnini avdúkað, at tað veruliga hallið næsta ár verður 96 milliardir krónur.
Orsøkin er, at tann privata nýtslan í Danmark vísir seg at vera minni enn væntað, og tí verður búskaparvøksturin í 2012 minni, enn búskaparfrøðingarnir í fíggjarmálaráðnum upprunaliga roknaðu við.
Seinnapartin í dag fer Bjarne Corydon, fíggjarmálaráðharri, at leggja tað endurskoðaða fíggjarlógaruppskotið fram.










