Ólavsøkudag verður Løgtingið sett, og ein nýggj tingseta byrjar. Tingfólk, landsstýrisfólk og embætisfólk ganga saman við prestunum skrúðgongu úr Løgtingshúsinum oman í Havnar kirkju til gudstænastu.
Tað er tann elsti av teimum yngru prestunum í embæti í føroysku fólkakirkjuni, ið ikki hevur prædikað á ólavsøku, ið prædikar ólavsøkudag. Ikki færri enn 8 sóknarprestar standa í røðini at prædika á fyrsta sinni ólavsøkudag. Elstur av teimum við atliti at starvsaldri er Anne Mette Greve Klemensen, skrivar fólkakirkjan á heimasíðuni.
Anne Mette tók við kallinum sum sóknarprestur í Fuglafjarðar prestagjaldi í januar 2011. Hóast hon er av donskum uppruna, er hon væl kend við føroysk viðurskifti og tað føroyska málið. Hon er gift við nólsoyingum Leif Hansen, ið er ein av urguleikarunum í Vesturkirkjuni, stendur á heimasíðu fóklakirkjunnar.
Eisini hátíðarheldur kirkjan á Ólavsøku, at tíggju ár eru liðin síðan málsøkið Fólkakirkjan varð yvirtikið.