Danny og Símun hita upp fyri Tim Schou í Keypmannahavn

Leygarkvøldið fer Tim Schou, ið er singer/songwriter, á pall í Rust í Keypmannahavn.

 

Og til at hita upp hevur hann funnið sær føroyskar tónleikarar.

 

Tað eru Danny Baldursson og Símun Dam, ið fara at hava konsert og hita upp fyri Tim.

 

Hetta verður nú leygarkvøldið, 19.november, at Danny og Símun fara á pall í Rust í Keypmannahavn. Hetta fer fram í Guldbergsgade 8, og tiltakið stendur at fara fram frá kl. 20.00 til 23.00.