Danny: Eg dugi slett ikki at syngja

- Eg dugi slett ikki at syngja. Eg klári ikki eingongd at syngja ein einkultan sang, sigur ein hásur Danny Baldursson sum júst er komin av pallinum. 

 

 

Danny and The Veetos hava akkurát spælt fyri fjøldini í Norðurlandahúsinum til ársins FMA við sanginum "Sunnukvøld í Mai". Bólkurin hevur fingið eina tilnevning fyri júst sama sang, og tað er í bólkinum "ársins sangur".

 

- Vit eru øgiliga glaðir fyri hetta herðaklappið, og tað meini eg, sigur hann. Hetta er fyrstu ferð at Danny and the Veetos eru tilnevndir til eina virðisløn, men kanska fara síggja vit meir til teir ungu klaksvíksdreingirnar komandi ár.

 

 

- Fløgan hjá okkum kemur vónandi  um eitt hálvt ár. Vit eru í øllum førum væl á veg við innspælingunum, sigur Danny Baldursson. Hann sigur, at teir eru sera spentir at vita, um teirra lag fær eina virðisløn seinni í kvøld.