Rætturin í Nuuk dømdi í dag tveir av manningini á kongaskipinum Dannebrog sekar í at hava neyðtikið eina grønlendska kvinnu í Nuuk, tá teir vóru har við kongaskipinum seinasta summar.
Revsingin er fongsul í 18 mánaðir, og harafturat skulu teir rinda kvinnuni 70.000 krónur.
Teir báðir menninir viðgingu í rættinum, at teir høvdu havt samlegu við kvinnuni, men teir søgdu, at talan var ikki um neyðtøku. Teir hava tí skotið dómin inn fyri landsrættin. Menninir vóru ikki í rættinum, tá dómurin fall í dag.










