Dannebrog fyri seinastu ferð

Nú kirkjan verður yvirtikin, verður ikki flaggað viði Dannebrog meiri í bispagarðinum Í góðveðrinum seinasta mánadag var flaggað fyri seinastu ferð í bispagarðinum við Dannebrog. Flaggað varð fyri hansara kongaligu hátign Hendriki prinsi, sum hevði føðingardag henda dagin.

Tá kirkjan verður yvirtikin á ólavsøku, verður framyvir flaggað við Merkinum. Annars hevur siðvenjan verið tann, at bispagarðurin hevur flaggað við Dannebrog við hátíðardagar hjá teimum kongaligu, men við Merkinum til aðrar hátíðardagar, tá flaggað verður.

Dannebrogsflaggið hjá bispaembætinum er sýlt og verður nú havt í varðveitslu. Bispagarðurin varð bygdur í 1950, sæst at lesa á heimasíðuni hjá Fólkakirkjuni