Yvirgangur
Bretsku myndugleikarnir hava leingi ávarað fólkið um, at ein yvirgangsatsókn fór at koma. Tað sama eiga teir donsku myndugleikarnir at gera, tí danir sleppa heldur ikki undan einari atsókn.
Felagsskapurin, sum hevur átikið sær ábyrgdina av bumbuatsóknunum í London, hevur samstundis gjørt greitt, at Italia og Danmark eru eisini álopsmál, danir eiga at fyrireika seg til, hvat kann henda.
Tað heldur Mekkel Vedby-Rasmussen, lektari og granskari í trygdarpolitiskum viðurskiftum. Hann sigur við Politiken, at tað ber ikki til at siga, um atsóknin verður í morgin ella um tíggju ár, men hinvegin er tað rætt at ímynda sær, at hon kemur fyrr ella seinni.
-Álopið á London vísir, at vandin er har. Eg haldi ikki, at vit hava fleiri víðgongd fólk nú enn fyri hundrað árum síðani, men tey hava nógv størri møguleikar nú, og tað eiga vit at hava í hugsa, sigur Mikkel Vedby-Rasmussen við Politiken.
Ein annar danskur granskari, Anja Dalgaard-Nielsen, heldur ikki, at vandin fyri yvirgangi er líka stórur í Danmark sum í Bretlandi, sjálvt um Danmark er við í kríggi í Afganistan og Irak, og sjálvt um Anders Fogh Rasmussen, forsætisráðharri, styðjar Tony Blair og George W. Bush. Anja Dalgaard-Nielsen ásannar tó, at vitjanin hjá Bush í Danmark fyrr í vikuni hevur minst fólk á, at Danmark er við í krígnum ímóti yvirgangi.
-Vitjanin hevur havt bæði góða og ringa ávirkan, sigur hon.
Fregnartænastan hjá donsku løgregluni, PET, hevur biðið løgregluna vera á varðhaldi, men tænastan sigur seg ikki hava nakra ábending um, at yvirgangsmenn fyrireika álop í Danmark. Men danska luttøkan í krígnum í Irak ger, at landið má metast sum eitt álopsmál hjá muslimskum yvirgangsmonnum, sigur PET.
Bendt Bendtsen, varaforsætisráðharri, segði í gjár, at løgreglan fer at økja eftirlitið við ávísum plássum kring landið.