Hondbóltur
Úrslitið gjørdist 24-16 til Danmark eftir hálvleiksstøðuna 11-8. Stóri spælarin á danska liðnum var Camilla Dalby, sum skoraði nógv flest mál. Eisini Kristina Kristiansen spældi ein góðan dyst. Men stórspælarin yvir øllum var málverjin Christina Pedersen, sum fullkomiliga tók franska liðið á bóli við at bjarga einum uppløgdum málmøguleika fyri og annan eftir.
Spælifordeilarin hjá danska liðnum eftir at lyklaspælarin Lærke Møller varð skadd var ikki við í dag. Louise Mortensen, sum spældi ein rimmar dyst í gjár, hevði skalað sær knæið, so hon var spard henda dystin men verður so við aftur næsta dyst.
Danmark spælir móti Kongo mánadagin kl. 11 okkara tíð. Dysturin verður sendur beinleiðis á TV2. Síðani skal Danmark spæla móti Brasilia og Svøríki.
Við fýra stigum hevur Danmark nærum tryggjað sær pláss í millumspælinum. Svøríki vann í gjár á Brasilia.